Eldur er í einum húsum á Lützenstrøð.
Fleiri brandbilar eru á staðnum og tað rýkur illa frá húsunum. Sum skilst á vakthavandi á løgreglustøðini, so hevur sløkkiarbeiðið longu vart í eini 20 minuttir.
Sambært vakthavandi á løgreglustøðini er talan um eini sethús og ein persónur er fluttur á Landssjúkrahúsið við møguligum roykskaða. Fyribils er tíbetur eingin fráboðan um álvarsaman mansskaða.
Nógvur roykur kemur frá staðnum og tað luktar brent um stóran part av miðbýnum. Ikki er vist, hví eldur er komin í húsini.
Dagføring klokkan 23.35: Júst nú kom hol á takið og eldlogarnir stóðu himmalhøgt. Sløkkiliðið fekk tó skjótt køvt teimum aftur og nú, klokkan 23.40, eru eingir logar at síggja longur.