Eldur í svimjihøll í Aalborg

Svimjihøllin er illa farin av eldinum.

Eldur er í einari svimjihøll í Aalborg. Tað er svimjihøllin á Samsøgade 45.

 

Politiið heitir á fólk í økinum um at sleppa sær burtur og ikki vera úti nærindis roykinum. Somuleiðis verður heitt á fólk í grannalagnum um at lata vindeygu og hurðar aftur.

 

Ein sløkkiliðsmaður hevur fingið skaða í sambandi við at sløkkja eldin, hann hevur skorið seg av onkrum. Tað boðar Politiið í Norðurjyllandi frá í tíðindaskrivi. Annars hevur ongin fingið skaða, sum danska politiið veit um í løtuni.

 

Sløkkiliðið hevur fingið tamarhald á støðuna, men nógvur roykur er.