Eldur kom í Maersk-skip

Laura Maersk mátti sleipast í havn í Alaska

Leygardagin kom eldur í ein motor umborð á bingjuskipinum Lauru Maersk, sum sigldi nærindis Aleutian-oyggjunum í Alaska. Maersk-skipið misti motororkuna av eldsbrunanum.

Shipping Watch endurgevur kanadiskar miðlar fyri skriva, at myndugleikarnir stúrdu fyri, at skipið kundi fara á land, og tí vórðu tveir sleipibátar sendir í móti Lauru Maersk, sum varð sleipað í Dutch Harbor í Alaska.

24 fólk eru við Lauru Maersk, og eingin fekk skaða av tilburðinum. Heldur eingin tekin vóru um náttúrudálking orsaka av eldsbrunanum.