Ferðafólk og manning noyddust at fara úr einum flogfari hjá niðurlendska felagnum KLM, tí eldur kom í ein av motorunum, tá flogfarið stóð á flogvøllinum í Aalborg í morgun.
-Flogfarið var í ferð við at hita motorarnar, tá fólk varnaðust, at eldur var í einum motori. Tað eydnaðist at sløkkja eldin, áðrenn hann breiddi seg, og ferðafólkini fingu boð um at fara úr flogfarinum, sigur Rikke Mølgaard hjá Aalborg Lufthavn við TV2.
67 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum er av slagnum Fokker 70 og hevur pláss fyri 80 ferðafólkum. Flogfarið skuldi til Amsterdam, men er sett, til teknikarar hava funnið brekið og umvælt tað.