Eldur í næmingaheimi


 

Løgreglutíðindi


Sunnumorgunin um klokkan níggju ringdu fólk av næmingaheiminum Undir Fjalli og boðaðu frá, at eldur var komin í eina sofu.

Onkur av teimum hevði mist eina sigarett á sofuna, sum fór at loga. Beinanvegin fekst tamarhald á eldinum, og eingin fekk álvarsamt mein. Nakað av roykskaða stóðst av eldinum, men annars vóru skaðarnir avmarkaðir.