Hetta vikuskiftið var sum nógv onnur, Eyðun Berg, vakthavandi á politistøðini í Havn greiðir frá, at vikuskiftið ikki var nakað serliga óvanligt, í mun til onnur vikuskifti, men veðrið gjørdi sína ávirkan um vikuskiftið.
Fríggjadagur
Nógv fólk vóru ov sein til arbeiðis fríggjamorgunin, tí nógv hálka var kring landið. Hetta er fyrsta punkt í politirapportini fyri hetta vikuskiftið.
- Fríggjamorgunin byrjaði við hálku, men tíbetur hendi onki ferðsluóhapp hendan dagin, sigur Eyðun Berg, vakthavandi á politistøðini.
Men hetta var ikki einasta málið, ið varð rapporterað til løgregluna í fríggjadagsdøgninum. Heili seks ferðir var politiið kallað út til full fólk. Tann fyrsti var ein maður, ið ikki megnaði at koma við í flúgvaran, tí hann var so mikið ávirkaður av rúsdrekka. Ein annar maður varð burturvístur av flogvøllinum, tí hann var ómøguligur. Hini málini av hesum slag, vóru ein harðlig kvinna og ein avfallin kvinna í Havn, ein fráfallin maður í Klaksvík og ein maður, ið varð burturvístur av einum skeinkistaðið í Runavík.
Eisini var eitt tjóvarí í einum bili, har 100 krónur vóru stolnar og eitt sindur av ruskið var lagt inn í bilin og eitt herverk á Tvøroyri, har onkur ósemja endaði við, at ein maður breyt ein rút. Maðurin meldaði seinni seg sjálvan.
Eitt sokallað sosialmál, har ein 70 ára gamal maður varð komin illa fyri heima hjá sær sjálvum. Maðurin stóð – sum skilst – á bíðilista til røktarheimspláss, men var ikki komin inn enn. Politiið hevur latið røttu myndugleikunum málið.
Harafturat fór ein bilur á sjógv á Signabø, men ongin var í bilinum, sum helst hevði eina ov veika kopling.
Vesturi í Vágunum var eitt sindur av herverki, har onkur blakaði grót á eini hús.
Seinasta málið í politirapportini frá fríggjamorgni til leygarmorgun, var tá ein bilur skuldi steðgast leygarnáttina. Førarin av bilinum fekk helst ringa samvitsku, og avgjørdi at koyra undan politinum. Men eftir stuttari tíð steðgaði bilurin í Tungugøtu í Havn, og fólkini tóku til beins. Løgreglan sendi hundar at leita eftir fólkunum, og skjótt vóru tvey fólk funnin. Út móti morgni varð seinasti persónurin funnin, og mann hevur funnið fram til, at hesin koyrdi bilin.
Illgruni er um rúsdrekka í blóðinum hjá báðum monnunum, og blóðroyndirnar eru sendar til kanningar. Kvinnan í bilinum var helst ikki ávirkað.
Revsingin fyri ikki at eftirlíka ávísingum frá politinum er vanliga bót, so tað kann bilførarin vænta sær.
Leygardagur
Frá leygarmorgni til sunnumorgun eru vanliga nógv mál, har fólk hava fingið ov nógv niðurum, og hetta vikuskiftið var onki undantak. Løgreglan fór tríggjar ferðir út eftir fólkið, ið vóru serliga full, og tvey av teimum vóru koyrd á støðina at sova, meðan seinasti persónurin – ein kvinna – varð innløgd á landssjúkrahúsinum.
Eitt herverk var í Tvøroyri, har ein rútur á einum bili var brotin, og aftur hetta vikuskiftið valdi onkur at vísa politinum afturpartin hjá sær.
- Mann kann siga, at tað er rættiliga óskyldugt, men tað er »ikki at virða løgregluna,« so tað verður sektað við bót, og tí er tað óheppið, at hetta vendur aftur so ofta, sigur Eyðun Berg.
Eitt ferðsluóhapp var vegna hálku í Klaksvík, og tað kann vera talan um álvarlsligan mannskaða.
Nógvur vindur var leygarkvøldið, og eini hús í Sørvági mundu fari á flog og omanlop var á bíggjarvegnum. Eisini brotnaði ein rútur í Fuglafirði av nógva vindinum leygardagin.
Eisini var eldur í flakavirkinum á Sandi, og løgreglan kannar í dag, hvør orsøkin til eldsbrunan er.
Sunnudagur
Síðani klokkan sjey sunnumorgunin, hava eini trý innbrot verið í Havnini og eitt herverk, har ein maður kastaði eina fløsku í ein rút á einum skeinkistaðið í Havn.
Ein ósemja var eisini í Suðuroynni, har tveir menn fóru at keglast, og politiið kom at megla.
Seinasta málið hetta vikuskiftið, var, at tveir ungir mans vóru tiknir við luftbyrsum og einum ølkagga. Lutirnir vóru tiknir frá ungdómunum, og nú verður kannað, hvaðani lutirnir eru.
Alt í alt, eitt vanligt vikuskiftið, har veðrið hevði sína ávirkan.