Eldur og spreingingar við smábátahavn í Malmø

- Spreingingarnar stava helst frá gassfløskum, sum vóru umborð á bátunum, sigur Annelie Silveira hjá SOS Alarm.

Svenska Aftonbladet veit í kvøld at siga, at eldur er í fleiri bátum við eina smábátahavn í  Limhamn í Malmø í kvøld.

 

Sagt verður, at fleiri spreingingar eisini hava verið.

 

Sambært blaðnum eru hetta bátar, sum standa uppi á landi. Fyribils er einki frætt um, at fólk hava fingið skaða.

 

Neyðsynjarakfør eru á staðnum, og bjargingararbeiðið er í gongd.

 

Hildið verður, at spreingingarnar stava frá gassfløskum, sum vóru umborð á bátunum, sigur Annelie Silveira hjá SOS Alarm.

 

Aftonbladet veit eisini at siga, at nógvur roykur er í økinum við bátahylin, har eldurin herjar umborð í fleiri bátum.