Eldur í ?Queen of Scandinavia?

Eingin fekk skaða, tá eldur kom í maskinrúmið á ferðamannaskipinum ?Queen of Scandinavia?, sum liggur við bryggju í Svøríki ?Queen of Scandinavia? er ikki í sigling, men hýsir millum 800 og 1.000 fólkum, sum arbeiða á kjarnorkuverkinum i Oskarshamn nakað norðan fyri Stockholm.

Tað var um tíggjutíðina í gjárkvøldið, at eldur kom í maskinrúmið. 238 fólk vóru umborð á skipinum, og tað eydnaðist at fáa tey í land í øllum góðum.

Einar tríggjar tímar sennni var eldurin skøktur, men tað er frávegis, hví eldur kom í, skrivar TT. Hinvegin hevur skipið fingið so mikið av skaða, at tað er ivasamt, um tað kann hýsa starvsfólkinum á kjarnorkuverkinum.