Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at boðað er frá eldi í Nólsoy, men at tey ikki vita so nógv meiri í løtuni.
Men fyri lítlari løtu síðani loysti LÍV hjá Havnar Bjargingarfelag frá bryggju í Vágsbotni, og við umborð vóru bæði sløkkiliðsfólk, løgregla, fólk frá sjúkraflutningstænastuni umframt fólk frá Havnar Bjargingarfelag.
Roykur sæst eisini úr Nólsoy, og sum in.fo skilir tað, so er eldur í einum sethúsum norðalaga í bygdini.
Føroya Politi skrivar á Facebook, at ein maður, sum býr í húsinum, er komin út í øllum góðum.