Seks eldri kvinnur doyðu, tá eldur kom í eitt sjúklingaheim í franska býnum Marseilles í nátt. Løgreglan sigur, at kvinnurnar doyðu av roykeitran.
Sjúklingaheimið er fyri eldri fólk, og 15 búfólk vórðu flutt á sjúkrahús. Sambært tíðindastovunum er støðan hjá trimum teirra álvarssom.
Teir fronsku myndugleikarnir halda, at eldurin kyknaði í einum kamari á fjórðu hædd í húsunum. Umleið 180 fólk búgva á sjúklingaheiminum.