Tíðliga í nátt varð boðað frá eldi í City Church í Havn.
Løgreglan og sløkkiliðið vóru skjót á staðið, og sjúkrabilar vórðu eisini boðsendir.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at fleiri sløkkiliðsbilar vóru á staðnum.
- Eldurin var kyknaður í ovara enda av bygninginum, og tað er her, at fýrrúmið er.
Mangt bendir tí á, at tað er í fýrrúminum, at okkurt er hent, sum hevur fest í bygningin.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at City Church hevur fingið stóran skaða, og her er bæði eldskaði, roykskaði og vatnskaði.
- Tá eldurin var sløktur, varð vakt sett at hava eyguni við støðuni, um eldurin skuldi kyknað uppaftur.
Løgreglan sigur, at eingin var í City Church, tá eldurin kyknaði.