Eldurin kanska ásettur – og skaðin er stórur

Hóast eldskaðin kanska ikki er so umfatandi í handlinum Bónus, so er roykskaðin sera stórur

Hóast eldskaðin kanska ikki er so umfatandi í handlinum Bónus, so er roykskaðin sera stórur.

 

Mangt bendir á, at eldurin er kyknaður í hølinum, har fløskuautomatin er. Har eru smogur til rusk, og í gjøgnum hesar smogur er opið inn á goymsluna.

 

Hóast tíðindini ikki eru váttað, so ganga søgur á staðnum um, at eldurin kann vera ásettur.

 

Enn hava vit ikki fingið upplýst, júst hvar eldurin var. Hann var ikki inni í sjálvum handlingum, men á goymsluni og í hølinum við fløskuautomatini.

Sløkkiliðsmenn trillaðu fleiri plattar út við logandi wc-pappíri og køkspappíri.

 

Í sjálvum handilinum var tjúkkur roykur, og tí verður mett, at roykskaðin er sera stórur. Alt má uttan iva út úr handlinum.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av hendingini