Eldurin á Signabø sløktur

Eldurin, sum varð í einum húsum á Signabø í kvøld, er nú sløktur.

Tað var klokkan 21.27, at ein granni boðaði frá, at eldur var í húsunum og løgregla og sløkkilið fóru á staðið alt fyri eitt.

Eitt skifti vóru fýra sløkkiliðsbilar á staðnum, og tað eydnaðist at basa eldinum.

Ongin vandi var fyri lívi ella heilsu, løgreglan er í løtuni ikki greið yvir, um fólk var inni, tá ið eldurin var fráboðaður, men tá ið tey fóru undir at sløkkja, var í hvussu so er onki fólk í húsunum.

Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í, men hann er kyknaður í kjallaranum. Løgreglan veit heldur ikki enn, hvussu umfatandi skaðin av eldinum er, men tað var nógvur roykur.

Í løtuni halda tey brandvakt við húsini og ongin fer inn i húsini at kanna tey, fyrrenn tað er blivið ljóst í morgin árini og tað er luftað væl og virðiliga út, sigur Løgreglan.