Løgreglan hevur nú staðfest, at eldurin í AA-húsinum í síðstu viku var ásettur. Tað upplýsir Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur fyri Kringvarpinum eftir, at teknikarar frá kriminalteknisku deild eru komnir til landið at kanna eldsbrunan.
- Tað hevur verið í gongini, at eldurin er kyknaður, men man metir eisini, at aðrastaðni í húsinum hevur eldur verið ásettur.
Varapolitiinspektørurin leggur tó dent á, at fólk ikki skulu stúra fyri, at nakar brennivargur er leysur í høvuðsstaðnum, men at talan helst er um ein innbrotstjóv.
- Tað haldi eg ikki, at man skal stúra fyri. Eg trúgvi hatta var eitt innbrot, ið er enda við, at man setti eld á húsini.
Løgreglan hevur ongan illgruna um hvør tað var, ið setti eld á húsið, men heitir á fólk um at boða frá, um tey møguliga vita nakað um tilburðin.