Elektriskur retro minibussur frá VW

Í meira enn 20 ár hevur ætlanin verið at koma við eini nútímans útgávu av tí gamla VW Transporter, sum fekk kelinavnið Rugbreyðið og kom á marknaðin í 1950.

Konseptbilar av hesum minibussinum hava ofta verið vístir á altjóða bilaframsýningum kring um í heiminum.

 

Nú verður endiliga gjørt klárt á eini Volkswagen verksmiðju í Hannover, har framleiðslan eftir ætlan skal byrja í ár.  

 

Talan er um minibussin VW ID.Buzz, sum í stødd verður millum VW Caddy og Transporter. ID.Buzz verður gjørdur sum bæði vørubilur og sum minibussur við upp til sjey sitiplássum.

 

##med2##

 

ID.Buzz er ein elbilur, ið verður gjørdur bæði sum bakhjólsdrivin og sum 4x4.

 

##med3##