Á Paris Motorshow í oktober sýna Renault fyri fyrstu ferð konseptbilin DeZir, sum ger upp við nógvar fordómar um elbilar. Konseptbilurin, sum Renault fara sýna fram á Paris Motorshow, sær út sum ein ektaður sportbilur og er eins kvikur og ein Porsche 911 við 350 hk.
DeZir, sum hevur tvey sitipláss, verður drivin av bakhjólunum við 150 hk elmotori. Bilurin koyrir 160 km upp á eina løðing, toppferðin er 180 km/t, og hann koyrir frá 0-100 km/t upp á einans 5.0 sekund.
Bilurin er gjørdur úr løttum tilfari. Til dømis er ramman gjørd úr kevlar, sum er lætt tilfar við nógvari styrki. Battaríini kunnu løðast upp til 80 prosent av kapasitetinum upp á 20 minuttir. Eisini ber til at verða við í eini battarískiftisskipan, har tað bert tekur tríggjar minuttir at skifta battarí.