Gjaldskipanin hjá Elektron og peningastovnunum er amputerað. Avgerðin hjá Dátueftirlitinum frá síðstu vikum hevur verið sær, at nýggir kundar og nýggjar upplýsingar kunnu ikki koma upp í skipanina.
Turið Debes Hentze, forkvinna í Dáturáðnum hevur gjørt greitt, at talan ikki er um persónsverju, sum er endamálið við lógini, men um vinnupolitikk, sum hevur til endamáls at verja føroysk arbeiðspláss og know-how. Dátueftirlitið fekk bara ikki handlað øðrvísi, tí ein kunngerð frá 16. juni í ár legði beinleiðis eftir peningastovnunum, og landsstýrismaðurin hevði fulla heimild sambært lógini at gera kunngerðina.
? Tað er ivaleyst rætt, at talan er um protektionismu. Tað hava vit ongantíð fjalt, men tað er sjálvandi ein spurningur um, hvørt tað er rætt at hava vinnuforðingar í eini lóg um vernd av persónsupplýsingum. Byrjanin til alt málið stavar heilt frá fyrst í 90-árunum, tá vandi var fyri at peningastovnarnir fluttu alt edv-samskifti av landinum. Tað forðaði løgtingið fyri tá, og hesin parturin hekk við, tá lógin frá 2001 kom fyri tingið, sigur Jógvan á Lakjuni.
Spurningurin er so, um tað var í løgtinginum, at upprunin til alt rumblið byrjaði. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, men hann heldur, at málið nú er komið ov langt, og hann ætlar at taka tað upp í Fólkaflokkinum á fundi í dag.
? Eg havi alla tíðina verið ógvuliga ivingasamur í hesum málinum. Vit mugu gjarna verja arbeiðspláss og servitan í Føroyum, so hon ikki verður avreitt av landinum. Men tað ber heldur ikki til at steðga allari menning í samfelagnum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Fyrr í ár var málið aftur fyri tinginum, men tá bleiv løgtingið ikki liðugt at viðgera málið, tí tað fall fyri tíðarfreistini. Jógvan á Lakjuni er ógvuliga misnøgdur við, at Høgni Hoydal kortini skar ígjøgnum ta ferðina.
? Tað var langt úti, at vit ikki sluppu at viðgera málið. Høgni Hoydal kundi havt bíðað til eftir ólavsøku, so vit kundu viðgjørt málið av nýggjum, men hann vildi ikki bíða, og tí stendur hann í tíð støðuni, hann nú er í, sigur Jógvan á Lakjuni.