Ítróttur
Sosialurin og Rás2 hava seinastu vikuna gjørt vart við metstóra oyggjaleikaliðið, sum verður sent at siga frá og skriva um oyggjaleikirnar, sum byrja um vikuskiftið.
Hjá Rás2 er einasta inntøkugrundarlagið lýsingar- og sponsorinntøkur, og í gjár varð sponsoravtala undirskrivað við Elektron, sum verður høvuðssponsor fyri sendingunum úr Álandi.
- Vit halda hetta ljóðar sum eitt sera spennandi, og vit eru ein frísk fyritøka, sum gjarna vil spæla við í hesum, sigur Dánjal Samuelsen, marknaðarsamskipari hjá Elektron.
- Sjálvandi vilja vit eisini hava nakað afturfyri. Elektron hevur áhuga í at verða ein meira sjónlig fyritøka í Føroyum. Fyrr hevur tað ikki verið eitt áhugamál hjá okkum ella eigarunum, men í dag er fyritøkan í broyting. Vit hava víðkað virksemið frá at vera ein veitari hjá bankunum og tí almenna til eisini at veita tænastur til vinnulívið í breiðari merking. Og tí vilja vit nú skapa okkum eitt image millum allar føroyingar, sigur Dánjal Samuelsen.
Og tit meta Oyggjaleikirnar sum nakað, sum er til allar føroyingar?
- Tað rokna vit avgjørt við. Serliga tí Rás2 hevur lagt nógv fyri og hevur lagt upp til eitt spennandi konsept at siga frá leikunum. Og tí vilja vit fegin verða ein partur av, sigur Dánjal Samuelsen.