Elektron - tín trygd og veitari

- Samfelagið hevur sett sær sum mál at talgilda Føroyar. Hetta setir stór krøv til KT-fyritøkur, sum ynskja at vera við, sigur stjórin í Elektron, Ulla Joensen.

 

- Hjá okkum er eingin ivi, og vit vilja vera við til at veita tænastur, bæði innan hýsing, menning og ráðgeving, sigur stjórin í Elektron, Ulla Joensen. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Elektron, sum hevur meira enn hálva øld á baki, er ein fyritøka, sum gjøgnum tíðirnar hevur flutt seg nógv. 

Fyritøkan sá dagsins ljós í 1965, og í 1967 vóru tvey fólk í starvi. Men, talið vaks skjótt, og fyrst í áttatiárunum starvaðust umleið 40 fólk á Elektron.

 

Gera vit eitt lop fram til 2010, starvaðust tá umleið 90 fólk hjá fyritøkuni, og í dag er talið av starvsfólkum stívliga 60. 

 

Allur marknaðurin

Gjøgnum tíðina hevur Elektron veitt KT-tænastur til peningastovnar, almennar stovnar, kommunur og vinnufyritøkur.

Kjarnuførleikin er at menna, víðarimenna og reka skipanir, umframt at menna og reka undirstøðukervi aftan fyri skipaninar. 

 

Í 2005 varð endamálsgreinin hjá Elektron broytt, soleiðis at felagið nú kundi bjóða sínar tænastur til allan føroyska marknaðin.

 

Í dag eru tað peningastovnarnir, sum eiga 72 prosent av partapeninginum, og Føroya landsstýrið eigur hini 28 prosentini í Elektron.

Í 2016 varð Ulla Joensen sett í starvið sum fyribilsstjóri, og hon varð endaliga sett í stjórastarvið í 2020. 

 

Vit hittu stjóran til eitt lítið prát um fyritøkuna í síðstu viku.  

 

Hava góðar vónir 

 

Ulla Joensen, sigur, at á Elektron hava tey góðar vónir um framtíðina, hóast kappingin á marknaðinum er hørð.  

- Kjarnuførleikin er at menna, víðarimenna og reka skipanir fyri almennar fyritøkur, fíggjarstovnar og vinnufyritøkur, umframt at menna og reka undirstøðukervið aftan fyri hesar skipanir. 

 

Samfelagið hevur sett sær sum mál at talgilda Føroyar, og hetta setir stór krøv til KT-fyritøkur, sum ynskja at vera við í hesum arbeiði.

 

- Hjá okkum er eingin ivi, og vit vilja vera við til at veita hesar tænastur, bæði innan hýsing, menning og ráðgeving, sigur stjórin.

 

Eisini vanligi brúkarin

Hóast kappingin er hørð á økinum, hevur Elektron megnað at víðkað sín marknaðarpart innan hýsingartænastur í Føroyum.

- Vit royna eisini áhaldandi at menna hesa tænastu, so hon framhaldandi kann vera besta og tryggasta loysnin til føroyska marknaðin, bæði hvat viðvíkur tænastustøði, KT-trygd og prísi.

 

Ulla Joensen vísir á, at innan tað tey rópa skipanarmenning framleiðir Elektron fyri tað mesta skipanir til almennar stovnar, vinnufyritøkur, kommunur og nakað til føroysku peningastovnarnar umframt nakað til SDC. 

 

- Men, vit hava eisini ment skipanir til føroyska brúkaran, sum við tíðini fer at lætta um talgildingina í Føroyum. Her er eitt nú talan um skipaninar, Mínboks, Mínlykil og Mínrokning, sigur Ulla Joensen.

 

Hýsing og KT-trygd

Javnan hoyra vit um, at fyritøkur og stovnar verða hakkað, sum tað verður rópt. Hetta eru teldusníkar, sum royna at sleppa sær inn á skipanina at skapa órógv.

- Tað er eingin ivi um, at bevístheitin um KT-trygd og hýsing av ymiskum dátum er vorðin størri og størri. Eingin vil missa tað, sum hevur størst týdning fyri stovnin, fyritøkuna ella einstaklingin – ella tað, sum truplast er at at fáa aftur.

 

Stjórin sigur, at her syrgir Elektron í fyrsta lagi fyri tryggastu KT-loysnini, eins og fyritøkan hýsir dátum so trygt, sum tað yvirhøvur ber til.

- Talan kann eitt nú vera um skattaviðurskifti, lønarflytingar, gjaldsavtalur og mangt annað, sigur Ulla Joensen.

 

 

 

 


 

 

- Hjá okkum er eingin ivi, og vit vilja vera við til at veita tænastur, bæði innan hýsing, menning og ráðgeving, sigur stjórin í Elektron, Ulla Joensen. Myndina tók Álvur Haraldsen.