Í hesum døgum verða skattauppgerðir og sjálvuppgávur sendar skattaborgarunum. 26.530 skattgjaldarar fáa beinleiðis skattauppgerð uttan at hava sent inn sjálvuppgávu, meðan 11.787 fáa sjálvuppgávu sendandi.
Av teimum 26.530 skattgjaldarunum, ið fáa beinleiðis skattauppgerð sendandi, fáa 10.733 avlopsskatt, tilsamans 22.555.317 kr., 1.673 fáa rokning upp á írestandi skatt, tilsamans 4.157.045 kr., meðan 14.124 skattgjaldarar fáa boð um, at goldni skatturin í 1998 samsvarar við upphæddina, ið gjaldast skal.
Sum sæst av tølunum verður automatisk sjálvuppgáva gjørd fyri umleið 70% av skattgjaldarunum. Hinvegin fáa tey, sum í fyribilsskattaskránni eru skrásett við frádrátti ella B-inntøku, eins og tey, sum í vinnuskránni eru skrásett sum eigarar av egnum virki, sendandi sjálvuppgávu, sum tey skulu lata inn aftur í seinasta lagi 15. Mars 1999.
Harafturat er tað týdningarmikið, at tey, sum hava B-inntøkur ella frádráttir og fáa skattauppgerð, gera vart við seg, so hesi kunnu lata inn sjálvuppgávu innan 15. mars 1999.
Ognaruppgerðir verða sendar til teirra, sum í 1997 fyltu 16 ár, og sostatt hava skyldu at lata inn ognaruppgerð á fyrsta sinni, umframt tey, sum hava roknskaparskyldu. Tey, sum fáa ognaruppgerð sendandi, hava skyldu at lata hana inn aftur til ásettu freistirnar. Harumframt skulu øll, sum hava ogn ella skuld uttanlands, lata inn ognaruppgerð.
Samskatting av hjúnum
Eftir at samskattingin av hjúnum er strikað í skattalógini eru ognaruppgerðirnar broyttar soleiðis, at ein ognaruppgerð nú skal gerast fyri hvønn av hjúnafeløgunum í mun til fyrr hvar bert ein ognaruppgerð var, sum maðurin stóð fyri. Víst verður í hesum sambandi til at Toll-og Skattstova Føroya hevur sent fjølmiðlunum Tíðindabræv og Kunngerð um serskatting av hjúnum í 1998 og árini frameftir.
Elektronisk sjálvuppgáva
Sum nakað nýtt verður nú møguligt at senda sjálvuppgávuna aftur til Toll- og Skattstovuna elektroniskt umvegis Internetið. Á sjálvuppgávuni og skattauppgerðini er prentað eitt 7-siffrað loynital, sum saman við p-talinum er lykil til elektronisku sjálvuppgávuna. Skipanin finnst á heimasíðuni hjá Toll- og Skattstovuni (http://www.toll skatt.fo) og verður væntandi tøk mánadagin 22. februar 1999.
Argir, 15. Februar 1999.
Toll- og Skattstova Føroya