Í fleiri av londunum kring okkum hevur í nøkur ár verið arbeitt við at fáa alt samskifti elektroniskt millum fiskiskip og almenna eftirlitið á landi. Fleiri av londunum eru nú burtur av farin at brúka elektroniskar fráboðanir.
Tað sigur Fiskiveiðieftirlitið.
Lagt verður aftrat, at í Føroyum eru ongar reglur, sum áleggja fiskiførum at senda fráboðanir elektroniskt.
- Tó hevur kunngerðin um veiðidagbøkur fyri føroysk fiskifør áseting um, at hesar kunnu sendast elektroniskt. Í 2012 eru eisini fleiri fiskiskip farin at brúka hendan møguleika, sum vísir seg at roynast væl.
Fiskiveiðieftirlitið heldur, at sjálvt um ongar reglur enn eru her á landi um elektroniskt samskifti millum fiskiskap og almenna myndugleikan, er helst bara spurningur um stutta tíð, til eingin fiskiveiðusáttmáli verður gjørdur við onnur lond, uttan so at okkara fiskiskip kunnu samskifta elektroniskt.
- Eisini í NAFO og NEAFC verður arbeitt við at finna ein felags leist um elektroniskt samskifti.
Fiskiveiðieftirlitið arbeiðir við loysnum at fráboða elektroniskt.
- Í dag ber til um heimasíðuna at avgreiða veiðiváttanir, vektar- og avreiðingarseðlar og at fráboða ov stórt íbland av ungfiski elektroniskt.
Lagt verður aftrat, at fyrst í komandi ári verður gjørligt at fráboða landingar elektroniskt, og á vári 2013 verður gjørliga at senda fráboðaninar COE, CAT og COX elektroniskt.