El.fo Sp/f er góðkend el-innleggingarfyritøka, sum varð sett á stovn í ár 2002. Stovnarar vóru Jógvan Elias Jacobsen og Bogi Slættanes, og tað eru framvegis teir báðir, sum eiga og reka El.fo, ið húsast á Velbastaðvegi 43 í Havn.
Aðalmálið hjá fyritøkuni er at veita tænastur, har dygdin í arbeiðnum er í hásæti, og slagorðið er, at eitt dygdargott handverk er altíð ein sjálvfylgja. Við hollum royndum innan el-og net-fakið verða ynskini hjá viðskiftafólki raðfest ovast, og fyritøkan vil, at viðskiftafólk skulu merkja, at arbeitt verður fyri teirra áhugamálum.
Umframt at vera ein dyggur el-innleggingarveitari, bjóðar El.fo sær eisini til at leggja øll sløg av netverkum.
Á heimasíðuni hjá fyritøkuni stendur, at 6-7 fólk starvast hjá El.fo, men tá tú skiftir orð við Jógvan Elias Jacobsen í dag, sigur hann, at samlaða talið av fólki í fyritøkuni í løtuni er 17.
Brosandi sigur hann, at virksemið er so nógv vaksið, at stundir ikki hava verið til neyvt at dagføra henda partin av heimasíðuni, men tað verður gjørt um ikki so langa tíð,nú felagið fer at dagføra heimasíðu og snið.
- Í løtuni eru vit partur av tveimum lutfalsliga stórum verkætlanum. Onnur er sum undirveitari hjá Búsetur í nýbyggingini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag - og hin er sum undirveitari hjá Eysturlon í gamla SvF-bygninginum, sum Starvsmannafelagið nú eigur, sigur Jógvan Elias Jacobsen.