Gulldystur
Einki er at ivast í, at málverjarnir í dystinum leygardagin kunnu fáa ein týðandi leiklut. Ofta verða málverjarnir ikki roknaðir við, tá tosað verður um týðandi leikarar, men í veruleikanum er kanska eingin leikari so týðandi sum júst teir. Hevur málverjin ein góðan dag, kann hesin í bókstaviligan forstand vera gull verdur, og tí er altíð eitt ávíst trýst á teimum, sum átaka sær hendan til tíðir ótakksama leiklut.
Hjá VÍF man lítil ivi vera um, at tað verður Eli Müller, sum verður fyrsta valið ímillum stengurnar. Spurdur, hvussu ein málverji kann fyrireika seg til ein slíkan dyst sigur hann, at ein partur av hesum sjálvandi er at hyggja at, hvussu mótstøðumenninir skjóta.
- Vit hyggja ofta at videobondum av mótstøðuliðunum, og tá kanst tú ofta síggja, hvussu teir skjóta, og tað kann geva ein fyrimun í einstøku dystarstøðunum, heldur hann.
Men merkir tað so eisini, at tað at vera ein góður málverji í stóran mun bara snýr seg um fyrireiking? og er tað veruliga so, at tá øll høllin er á gosi, og ein mótstøðumaður fer upp at skjóta. Kann málverjin tá í nøkrum brotpartum av einum sekundi hugsa, akkurát hvar hasin maðurin plagar at skjóta.
- Nei, tað kanst tú sjálvandi ikki. Og sjálvandi er tað ikki bara fyrireiking. Men ofta er tað so, tá menn eru pressaðir ella eru um at møðast, so hava teir lyndi at skjóta ávíst stað, og tá kann tað vera ein hjálp, um tú kennir skotvanarnar hjá einstøku leikarunum.
- Men hartil, so má verjan eisini rigga. Hon hevur alt at siga fyri okkum, og verður avgerandi fyri, hvussu vit fara at standa okkum. Riggar verjan væl, so merkist tað eisini aftur í álopsspælinum, sum av sær sjálvum fer at koyra betri.
Skulu taka av
Um karmarnar kring dystin sjálvan, heldur Eli annars, at teir kunnu ikki verða nógv betri.
- Spenningurin er sjálvandi stórur. Fólk í bygdini tosa næstan ikki um annað, men tað mugu vit so bara royna at loka úti.
- Vit skulu sum so bara hugsa um at taka av møguleikanum, sum vit nú hava fingið. Vit hildu annars, at alt var farið, tá vit taptu fyri Kyndli, men teir okkum so eina tænastu, tá teir vunnu á StÍF. Árið í ár hevur verið so, at vit alla tíðina hava fingið ein eyka kjans, tá vit sjálvir hava kiksað, men hesa ferð vita vit so, at tað er seinasti møguleiki. Og hesum ætla vit at taka av, sigur málverjin hjá vestmenningum at enda.