Eli á mál við súkkluni á rygginum

Tað var ikki sørt av dramatikki, tá tann seinasta FM kappingin var avvikla sunnumorgunin 29. august

Súkkling

Hesaferð stóð býðarkoyring á skránni, og koyrt bleiv uppi á Hálsi í Tórshavn. Umstøðurnar vóru kanska ikki tær bestu, vegurin er asfalteraður fyri stuttum og tað regnaði hendan dagin. Av tí sama vóru vegirnir sera hálir og hetta kom eisini at hava ein stóra avirkan á kappingina.
Lagt var út við teimun vaksnu, teir súkklaðu 50 min. + 1 umg. Stutt eftur start gleyð Esmar Joensen í einum svingi og datt, súkklan fór illa og tí fekk hann ikki hildi framm. Esmar slapp sjálvir frá skelkinum við smarri snuddum.
Tað vísti seg skjótt at kappingin kom at standa millum Gunnar Dahl-Olsen og Eli Christiansen, tá tað lukkaðist teimun, at koma leysir frá hinum.
Gunnar royndi nakraferð at sleppa frá Eli, men Eli var væl koyrandi hendan dagin, tí var tað ongin kjansir hja Gunnar, at sleppa frá honum.
Komnir út a síðsta umgang fyldust teir og farast skuldi nú undir endaspurtin. Tvey sving skuldu fyrst takast, og í hesum seinna kom Eli ov hart inn í svingið. So hart, at eisini hann gleyð og datt. Við røttum sport anda reisti hann seg, sjálvt um hann hevði nógva pínu, tók sína súkklu, sum var illa farin, upp á ryggin og rann síðstu 50 metranir á mál. Eli gjørdit tí nummar tvey. Triður á mál kom Christian Guttesen.
Vinnarin var en einaferð Gunnar Dahl-Olsen, men hesaferð við stórari kapping frá Eli Christiansen.
Hjá unglingum vann Torkil Veyhe sannførandi. Nummar tvey var Dánial Michaelsen og Bergur Johansen bleiv nummar trý.
Hjá børnum skuldi eisini ein niður á asfalti, hetta var Finnur Beder. Men eftir at hava verið ein túr á skaðastovuni var staðfest, at onki var broti, og hann slapp tí heimaftur við nøkrum snuddum og einum øðrum plássi.
Hetta var síðsta kapping hjá teimum vaksnu og unglingumí ár, tó skulla føroyski súkklarnir til Íslands um tríggjar vikur at royna kreftur móti Íslendarum. Gunnar Dahl-Olsen vann hesa kapping síðsta ár, so spenandi verður, um hann klárar, at endurvinna kappingina í ár.
Børn í bólki I, II og III hava enn ein møguleika at royna seg. Hetta verður í FM í einkultstarti. Lýst verður í miðlunum nær og hvar hendan kapping verður.

Úrslitini av býarkoyringini:
Vaksin:
NrNavn
1Gunnar Dahl Olsen
2Eli Christiansen
3Christian Guttesen

Unglingar:
NrNavn
1Torkil Veyhe
2Dánial Michaelsen
3Bergur Johansen

Bólkur I , 6 til 8 ár
Nr Navn
1Ragnar Kruse
2Christian Johansen

Bólkur II, 9 til 11 ár
Nr Navn
1Finnur Mellemgaard

Bólkur III, 12 til 14 ár
Nr Navn
1Jógvan Ólavsson
2Finnur Beder

Bólkur III, 12 til 14 ár (kappsúkklu)
Nr Navn
1Sigmund Olsen
2Rúni Bláfoss
3Nils Kristensen