Eli í Ribarhúsi

Sunnudagin fer Eli Smith at sýna fram í Fuglafirði

Sunnudagin komandi, tann 16.mars, letur Eli Smith úr Havn upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Tá framsýningin letur upp, fer Dreingjakórið Undir Brúnni í Havn at syngja.
Við á framsýningini hevur Eli vatnlitsmyndir og oljumálningar. Framsýningin verður opin til fyrst í apríl mánaði.
Opið verður vanligar dagar, tá handilin í Ribarhúsi er opin. Leygardag og sunnudag verður opið kl. 15.30 til 17.30.