Eli Smith listamaður - rullandi atelier

Eli Smith listamaður í Havn hevur innrættað sær ein Mercedes-Benz kassavogn til atelier. Við hesum rullandi atelierinum kann hann koyra runt landið og mála nógv ymisk motiv. Hann hevur eisini møguleika at búgva í bilinum

Fyri ein listamann í Føroyum man tað vera sum at fáa ein dreym uppfyltan at hava sítt egna rullandi atelier. Hóast land okkara ikki er so stórt, eru her óteljandi møguleikar hjá teimum sum t.d. fotografera og mála, bæði hvat viðvíkjur landslagnum, ljósinum og teimum skiftandi litunum.
Eli Smith í Havn er ein av okkara virknu listamonnum. Í fjør keypti hann sær ein brúktan Mercedes-Benz kassavogn úr Fraklandi, sum hann hevur innrættað til atelier. Hann hevur t.d. sett eitt takvindeyga í, sum gevur gott arbeiðsljós. Fyri at hava nokk av plássi á veggjunum til at hanga málningar á, hevur hann smá kúgveygu á síðunum, til útluftning tá hann málar við oljumáling. Inni í kassanum hanga fleiri málningar. Har er eisini ein gassovnur, gasskókiútgerð, køliskáp og vask. Úti á verandaðini hevur hann innrættað eitt wc. Mercedes bilurin, ið er frá 1986, er ein fyrrverandi kølibilur, t.v.s. at veggjirnir í kassanum eru væl isoleraðir.
Eli sigur at endamálið við at hava ein slíkan bil, er, at hann kann fara til nógv ymisk støð at fáa íblástur, royna seg og eksperimentera í friði. Bilurin hevur eina veranda, har hann kann sita og mála, eisini um tað regnar. Úthangið á kassanum er so stórt, at hann kann bakka bilin út yvir kaikantin og sita á verandaini og fiska, samstundis sum hann kann ganga niður á keiina eftir eini stáltrappu.
Eli hevur eisini ætlanir um at fara uttanlands við bilinum, sum t.d. til Frakland og Spanien fyri at fáa nýggj hugskot og íblástur. Tá vit hittu Eli, var hann á veg til Saksunar saman við familjuni, har skuldu tey brúka bilin sum summarhús. Kassin er soleiðis innrættaður, at øll familjan kann búgva í bilinum. Eli hevur sett ein eyka akkumulator í bilin til ljós inni í atelierinum. Børnini hjá Eli duga eisini væl at tekna og mála, so rullandi atelierið er nakað til alla familjuna.
Tey, sum eru áhugaði í at síggja tað sum Eli hevur málað, kunnu hyggja inn á heimasíðuna: www.eli.fo