Eli Smith fer at hava framsýning í Miðluni við steinmálningum. Hetta er ein teknikkur, hann sjálvur hevur ment. Tilfarið, ið hann nýtir, eru ymisk grótsløg, kol og skeljar úr Føroyum, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Eli Smith er føddur í 1955 í Tórshavn. Hann er sjálvlærdur listamaður, men hevur eisini verið á listaháskúlanum í Holbæk 1982. Eli hevur undirvíst í tekning og máling í fólkaskúlanum og á fólkaháskúlanum.
Eli hevur verið við til fleiri framsýningar bæði í Føroyum og í Danmark. Hann hevur myndprýtt bæði bygningar (skúlar), bøkur, fløguhúsar og plakatir. Og hann hevur eisini myndprýtt tvær frímerkjaútgávur (Vágar, 2004 og Sandoy, 2006). Eli hevur eisini vunnið virðislønir í sambandi við yrki sítt sum listafólk, m.a. Barnabókaheiðursløn M.A. Jacobsens, 1999.
Á heimasíðuni www.eli.fo fæst meira at vita um Eli, verk og arbeiðshættir.