Tað var heilt øðrvísi hugburður hjá sandoyingum í dag, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, tá ið úrtøkan hevur verið soltin.
Eli Hentze var fyri fyrstu ferð í ár við stýrisvølin hjá barndómsfelagnum, og tað sást væl, at venjaraskiftið hevði stóra ávirkan.
B71 spælararnir vóru grammir og raskir, teir runnu nógv fyri hvønn annan, og teir vóru avgjørdir í nærdystunum.
Útgangsstøðið var at verja fyri at HB skuldi skora. Fyritreytirnar styrknaðu uppaftur meiri, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá var tað Símin Hansen, sum legði B71 á odda.
Spenningurin helt sær, inntil tað restaðu tríggir minuttir. HB hevði bóltin væl meiri, men tað gekk illa hjá heimaliðnum at vinna seg fram til upplagda málmøguleikan.
Tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti B71 sigurin. Tað var í sambandi við deyðbóltsstøðu, at Jóhan Hendrik Lydersen skoraði til 2-0.
B71 hevur 28 stig og er undan tveimum teimum síðstu umførunum fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal B71 spæla ímóti B68 á Svangaskarði og á heimavølli ímóti ÍF.
HB, sum er á sætta plássi, skal spæla í Runavík og á heimavølli ímóti KÍ.