»Elians Sonur« er útvarpsrøðspentalogi

Tað vil siga ein røð í fimm pørtum.

Tíðindaskriv KvF

 

Ragnar Winther Eliansson (1993) tosar úr tilveruligum og politiskum sjónarhorni. Samrøðurnar eru tiknar upp í Sørvági í januar 2024.

 

Høgni Mohr, rithøvundur, hevur lagt sendingarnar til rættis, og tøkningur er Rúni Eysturlíð.

 

Røðin verður í útvarpinum síðst í hesum mánaðinum, men liggur longu nú tøk sum poddvarp á KVF Ljóð. Tú finnur hana her.

 

Myndir © Bjarni Árting Rubeksen

 

##med2##

 

Fyrsti partur av útvarpspentalogiini um lívssýn Ragnars Elianssonar í Sørvági er ein sangur um frælsi.

 

Í sendingini dvølur Ragnar við hugtakið 'kvalifiseraðar meiningar'.

 

New div after blockquote

 

"Nú ið vit hava sýnað bilin við politiskum ella filosofiskum brillum, hava vit sæð, at her er nógv at vísa á. Harvið vil eg siga, at hesin el-bilurin er eitt sindur av einum trojanskum hesti."

 

Ragnar Eliansson

 

##med3##

 

Paraphrase kallast annar partur av sendirøðini.

 

Evnisliga bendir samrøðan við Ragnar Eliansson móti transenderandi ósamanhangi.

 

Ragnar tosar um kríggj, krúnukrím og politikarar.

 

New div after blockquote

 

"Vit eru komnir inn á tað, sum kann vera nokk so sentralt fyri politikk generelt: At tað er bara ein vegur til himmals."

 

Ragnar Eliansson

 

##med4##

 

Triði partur av Elians Syni ber heitið "Katrin býr á strondini".

 

Vit stýra bilinum niðan á Grønhólma. Á løstaðu leiðunum har dvølur Ragnar við kommunalu inntrivini, annað ansloysi og hønuvit sum heild.

 

New div after blockquote

 

"Hvussu var tað, Poul F segði, tá ið hann ikki vildi hava eitt demokratiskt samfelag, og hann varð spurdur, hvussu hann so vildi, at eitt land skuldi stýrast? Ja, tað mátti so vera av okkum, sum frægastir vóru!"

 

Ragnar Eliansson

 

##med5##

 

I can't stop Ioving you! Verðin er bara samansett av fólkum, ið ikki hava gjørt av við seg. Íðan, hví loypa vit so ikki bara útav? Tí frælsi, kærleiki, vakurleiki, vón og skærur skaldskapur skumpa lívið upp í ómissandi ljós - og skuggin fylgir við.

 

Hetta er evnið í fjórða og næstseinasta parti av Elians Syni.

 

New div after blockquote

 

"Tann myndin av sær sjálvum, sum mann roynir at fortreingja, hon skínur út ígjøgnum okkurt annað stað á einum einstaklingi ella í hesum føri entiteti."

 

Ragnar Winther Eliansson

 

##med6##

 

Fimta og seinasta part við Ragnari Elianssyni eru vit á bilverkstaðnum "Carro" oman fyri Sørvág. Brennimotorar og Rikard Long sameinast til ævigt gonguverk av vísdómi.

 

"Ver hjá mær," syngja Stongum og Guttesen at enda.