Klokkan 13.05 verður føroyingauppgerð - ella hoyvíkingauppgerð - í Wunderino-høllini í Kiel.
Tá hittast liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum, THW Kiel og Füchse Berlin.
Tað verður fyrstu ferð, at ein uppgerð verður í týsku bundesliguni millum tveir landsliðsleikarar sum spæla fyri Føroyar.
Dysturin millum Kiel og Füchse Berlin verður vístur beinleiðis á rásini TV3 MAX, ið er ein av rásunum Televarpið bjóðar.