Elias og Óli mugu taka til takkar við silvur

Kristianstad vóru ov sterkir í fimtu og avgerandi meistaraskapsfinaluni

Tað bleiv til eitt silvurheiðursmerki til Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óla Mittún og liðfelagarnar í Sävehof aftaná samlað 2-3 finalutap móti Kristianstad í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Kristianstad vann í fimtu og avgerandi finaluna á heimavølli 30-23 á Sävehof. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, og tað var leingi javnt í seinna hálvleiki. Men seinastu løtuna rapaði korthúsið hjá Sävehof.

 

Kristianstad vann grundspælið, og hevði tí tríggjar meistaraskapsfinalur á heimavølli. Sävehof tapti tvær av finalunum aftaná longda leiktíð.

 

Elias skoraði seks mál, og gjørdist toppskjútti hjá Sävehof í kvøld. Elias legði eisini upp til fýra mál. Óli skoraði tvey mál.

 

Óli vann umframt silvur í bestu deildini eisini U18-gull.

 

Elias og Óli kunnu nú fokusera upp á U21 HM-endaspælið í Týsklandi, ið byrjar 20. juni.