Elias og Sävehof taptu fyrstu hálvfinaluna

Eisini í hálvfinalunum verður spælt best av fimm dystum

Hóast teir vóru á heimavølli í Partille, og hóast veddingarfyritøkurnar metti teir at vara favorittar, so taptu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof greitt 26-32 fyri Ystad í fyrstu hálvfinaluni av fimm møguligum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ystad var á odda 16-13 í steðginum og gjøgnum allan seinna hálvleik haltaði Sävehof aftanfyri mótstøðuliðið úr Skåne.

 

Elias skoraði fimm mál fyri Sävehof í kvøld umframt at leggja upp til onnur mál. 

 

Liðini hittast aftur í aðru hálvfinaluni í Ystad hóskvøldið 5. mai.