Í kvøld var toppuppgerð í bólki A í Champions League í Wunderino-høllini í Kiel.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku móti PSG.
Dysturin endaði við einum 26-24 sigri til Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 15-10.
Tað eydnaðist PSG at leggja seg á odda 20-18, men Kiel fekk høvdið fyri seg aftur seinastu løtuna av dystinum. Í eini avgerandi løtu fór Kiel frá at vera aftanfyri 22-23 til at leggja seg á odda 26-23.
Elias var saman við Mikola Bylik næstbesti málskjúttin hjá Kiel við fýra málum. Toppskjútti hjá Kiel var Niclas Ekberg við fimm málum.
Kiel er oddalið í bólki A við 13 stigum, Aalborg hevur 12 stig og Kielce hevur 10 stig.
Sunnudagin klokkan 15.30 hevur Kiel heimadyst í týsku bundesliguni móti Bergischer.