Elias skoraði 10 mál í svíðandi hálvfinalutapi

Sävehof er nú aftanfyri 0-2 í hálvfinaluuppgerðunum móti Ystad

Elias Ellefsen á Skipagøtu stórspældi og skoraði heili 10 mál, og legði upp til fleiri mál tá lið hansara, Sävehof í kvøld spældu aðru hálvfinaluna móti Ystad í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ólukkutíð tapti Sävehof dystin 28-29. Ystad skoraði sigursmálið tá fýra sekund vóru eftir av dystinum. Sävehof var á odda 14-12 í steðginum.

 

Ystad er nú á odda 2-0 í hálvfinaluppgerðunum, so nú er mótbrekkan brøtt hjá Sävehof.

 

Triðja hálvfinalan millum Sävehof og Ystad verður leikt í Partille komandi mánakvøld klokkan 18. Vinnur Ystad er Sävehof úti av meistarastríðnum.