Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í verandi meistaraliðnum, Sävehof vunnu fyrsta heimadystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Heima í Partille tóku teir í Sävehof móti Ystad í kvøld.
Sävehof vann dystin 34-30. Ystad beit væl frá sær, og í steðginum var Sävehof bert á odda við einum máli 19-18.
Tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at tað eydnaðist Sävehof at draga frá Ystad.
Sävehof hevur vunnið trý stig tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm mál fyri Sävehof í kvøld.
24. september spælir Sävehof móti Skövde á útivølli.