Elias skoraði 11 mál tá Sävehof vann triðju hálvfinaluna

Ystad er á odda 2-1 móti Sävehof í hálvfinaluuppgerðunum

Elias Ellefsen á Skipagøtu stórspældi og skoraði 11 mál, umframt at leggja upp til fleiri onnur mál, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof bjargaðu finaluvónunum í bestu svensku hondbóltsdeildini við at vinna stórsigur 34-25 á Ystad í triðju hálvfinaluni í Partille í kvøld.

 

Ystad var væl við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Sävehof bert á odda 16-15.

 

Ystad hevði vunnið tvær tær fyrstu hálvfinalurnar, og tí máttu Elias og liðfelagarnir vinna í kvøld fyri ikki at vera sendir úr kappingini.

 

Tað greiddu Elias og liðfelagarnir til fulnar. Ystad er nú á odda 2-1, og hevur heimavøll í tí fjórðu hálvfinaluni sum Sävehof má vinna fyri at tryggja sær rætt til fimtu hálvfinaluna á heimavølli.

 

Fjórða hálvfinalan verður spæld komandi hóskvøld klokkan 18.