Elias vann á Kjartani í fyrstu føroyinga-uppgerðini

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Sävehof vunnu greitt á Kjartani Johansen og Önnered

Mynd: Poli Hansen

Mynd: Poli Hansen

Fyri fyrstu ferð í søguni var føroyinga-uppgerð í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Hetta hendi tá liðið hjá Kjartani Johansen, Önnered tók ímóti liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof. 

 

Sävehof vann greiðan 32-25 sigur. Elias skoraði sjey mál fyri Sävehof. Kjartan skoraði eitt mál fyri Önnered. 

 

Sävehof var greitt á odda 18-11 í steðginum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Sävehof móti Aranäs. Önnered spælir á útivølli móti Kristianstad, mánakvøldið 25. oktober.

 

Sävehof liggur næstfremst í deildini við 11 stigum, eitt stig aftanfyri oddaliðið, Ystad. 

 

Önnered liggur triðaftast við fýra stigum. 

 

 

 

Mynd: Poli Hansen

Mynd: Poli Hansen