Elias var aftur á vøllinum fyri THW Kiel

Kiel vann dyst á útivølli í dag

Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur at síggja á vøllinum í dag í dysti hjá THW Kiel.

 

Kiel spældi dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti HSG Wetzlar.

 

Tað eydnaðist Eliasi og liðfeløgunum at vinna dystin 29-27. Í steðginum var Wetzlar á odda 14-13.

 

Elias skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir. 

 

Füchse Berlin uttan nakran leiklut til Hákun West á Teigum vann fyrr í dag 29-26 (16-12) á Gummersbach á heimavølli.

 

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu ígjár greiðan 39-31 sigur á Stuttgart á heimavølli. Jóhan skoraði trý mál í dystinum.

 

Støðan: 

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand