Elin á Torkilsheyggi er nú á triðja sinni afturvald í bygdaráðið í Nes kommu, og hesaferð fekk hon størri undirtøku enn nakrantíð áður. Hon hevur verið forkvinna í mentanarnevndini hesi bæði seinastu skeiðini, og hon hevur eisini verið limur í teknisku nevnd.
Spurd, um hon nú verður borgarstjóri í Nes kommunu, sigur Elin, at tað er hetta, sum nú fer at verða telvað um, sum hon tekur til.
- Eg fari at stíla eftir at fáa borgarstjórasessin, og eg eri til reiðar at átaka mær henda postin, um tað stendur mær í boði. Eg eri ógvuliga fegin fyri undirtøkuna, eg havi fingið á valinum hesaferð.
Tvær kvinnur
Elin á Torkilsheyggi sigur, at hon er nøgd við, at kvinnulistin í kommununi fekk tvey fólk vald á sínum lista hesaferð.
- Vit fingu eisini tvær kvinnur valdar á valinum seinast, og vit eru báðar afturvaldar. Hin er Súnfríð Jacobsen.
Nes kommuna hevur áður havt kvinnu í borgarstjórasessinum. Tað var, tá Marjun Gaardbo var borgarstjóri í kommununi.