Elin Brekkstein 80 ár

6. februar fyllir mamma okkara, Elin Brekkstein á Velbastað, 80 ár. Mamma er uppvaksin í Vági, næstelst av sjey systkjum. Foreldur hennara vóru Maria, fødd Mortensen, ættað av Tvøroyri og Petur Jacob Jacobsen ættaður av Skipanesi, seinri fekk hann sær eftirnavni Gærdbo.
Mamma fór til Havnar at arbeiða 17 ára gomul sum vaksifólk á sjúkrahúsinum. Her hitti hon pápa okkara, Hans Petur Brekkstein, og blivu tey gift 1952.
Tey fingu fýra børn, teir tríggir beiggjarnir búgva á Velbastað, og systurin býr í Danmark. Pápi og mamma arbeiddu væl saman og hjálptu hvørjum øðrum á garðinum við tí dagliga, sum skuldi fáast til høldar, alt eftir árðstíðunum.
Mamma fór aftur út á arbeiðsmarknaðin fyrst í sjeytiárinum – á sjúkrahúsið og nøkur ár seinni fór hon á Ellisheimið í V. U. Hammerheimsgøtu, har hon arbeiddi langt eftir pensónsaldur. Henni dámdi sera væl á Ellisheiminum og stórtreivst í sínum arbeiði á heiminum.
Tað er ikki at siga og nógv, at mamma okkara er sera røkin og ordilig, alt er so perfekt í heimi hennara. Hon hevur altíð verið sera dugnalig at baka, og øll sum kenna mammu hava smakkað hennara tiltiknu góðu drýlar, sum enn eru nógv umbidnir, og sum hon bakar til høgtíðir og tá onkur »dagur« er í familjuni.
Hennara andaliga heim er Adventistakirkjan, har hevur hon sína føstu gongd. Hon trívist sera væl í síni meinigheit, og tey eru altíð rundan um hana, tá brúk er fyri tí.
Í sambandi við føðingardagin verður opið hús í Sólarmagn á Velbastað mikudagin 6. februar frá kl. 15.00 – 20.00, har høvi verður at fáa ein góðan bita og at heilsa upp á hana. Tað gleðir hon seg til.
Við hesum fáu orðum fara vit at ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum.
----
Børnini