Elin í Leikalandi

? 3. mai hava børn sum vaksin høvi at lata alt slag av leikum inn til eitt gott endamál. Tað er Elin Mouritsen, sjónleikari úr Havn, ið hevur tikið stig til tiltakið

Á Krossmessu 3. mai verður Leikudagin 98. Tá hava fólk høvi til at lata leikur, ? bamsur, bóltar, bilar, dukkur ella hvat tað kann vera til eitt gott endamál. Innsavningin er nevniliga ætlað børnum úti í heimi, sum lítið og einki eiga. Stigtakari er Elin Mouritsen, sum vit øll kenna sum sjónleikara. Hon hevur hugsað leingi um at gera hetta tiltakið til veruleika.

? Onkur skal vera tann, ið setir ígongd. Fólk hava mangan savnað klæðir og pengar til børn, sum einki eiga. Hví ikki leikur? Børn eru so verjuleys. Kanska tað lættir um neyðina hjá onkrum at fáa eina leiku, eina bamsu ella ein bil. Ting kunnu vera ein erstatningur hjá børnum, sum ikki fáa kærleika, tíverri. Tað er lættari at gráta við ein bamsu inn at sær, tað gevur ugga og tryggleika, at tú veitst, at tað er títt. Hvør veit, hvussu stóra eydnu ein bóltur kann gera, kanska onkur fær eitt lív, eitt innihald og sleppur burtur úr neyðini við at læra at spæla bólt. At savna leikur inn er ein háttur at hjálpa, sigur Elin Mouritsen.

Føroysk børn eiga nógv at spæla við og barnakømurini í dag eru at líkna við smáar leikuhandlar. ? Vónandi vilja tey lata okkurt. Sjálvandi unni eg øllum tað tey eiga, men at síggja føroysk barnakømur setir tankarnar í gongd. Tað er eisini gleðin við at geva, tí eg trúgvi hon virkar báðar vegir, sigur Elin.


Íblásturin

Tað var ein sending í TV3 um hættisligu støðuna í Rwanda nakað herfyri, sum íbirti hugskotið hjá Elini at fara undir hetta tiltakið.

? Formaðurin í danska Reyða Krossi trein fram á skíggjan og segði, at kom hjálp ikki til Rwanda áðrenn 100 tímar vóru farnir, fór eitt ónevndandi tal av fólki at doyggja, sigur Elin Mouritsen.

Undir samrøðuni, ið undirritaða hevði við Elina, kom tað fram, at hon hevur skrivað eina yrking um júst henda tilburðin og vit hava yvirtalað hana til at lata yrkingina prenta á síðuni.

? Áðrenn eg fór í gongd vildi eg hava ein góðkendan hjálparfelagsskap at taka ímóti leikunum, og vendi eg mær tí til Marner Simonsen, næstformann í Reyða Krossi Føroya. Teir vóru sera fyrikomandi og játtaðu beinanvegin, sigur Elin.

Leikurnar verða tí fyrst latnar Reyða Krossi Føroya, sum hevur átikið sær at skipa leikurnar víðari til Reyða Kross í Danmark og so verða tær sendar út í heim.

? Eitt kinesiskt orðatak sigur ?Tað er seinni enn tú heldur?. Vit ætla altíð so nógv, men útseta alt og siga bíða, bíða, gott er. Men heldur tú fram við tí, hendir tað ongantíð. Tað er her og nú, tað ræður um og so er í øllum lívsins viðurskiftum, sigur Elin Mouritsen.

Tað er ikki av tilvild, at 3. mai er valdur at vera Leikudagur. Elin átti ein beiggja, ið doyði 11 ára gamal og hann hevði føðingardag 3. mai.

? Bogi var eitt so ótrúliga gott, kerligt og elskuligt barn, sum vildi hjálpa øllum. Tað at hann fór frá okkum so knappliga hevur ávirkað mítt lív og mín hugsunarhátt síðani. Vit eru her bert eitt andarhald og tað má vera okkara uppgáva at virða okkara medmenniskju. Leikudagurin er gjørdur í hansara anda, sigur Elin Mouritsen.

Ætlanin er, at Leikudagur verður eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári 3. mai. Í ár fer innsavningin fram í Fuglafirði, Vestmanna og í Havn og komandi ár á trimum øðrum støðum.

Í Fuglafirði taka KFUM- og K-skótarnir ímóti leikum í Skótahúsinum, í Vestmanna verður innsavningin í kjallaranum í Missiónshúsinum, har Gigga Isaksen og hjálparfólk taka ímóti, og í Havn kunnu fólk koma í kjallaran í Sjónleikarhúsið, har Elin saman við øðrum tekur ímóti. Øll hjálp er sjálvboðin og øll høli eru latin ókeypis. Ein heilsøla í Havn hevur latið góðgæti, sum børnini, ið koma við leikum kunnu fáa.

Børnini í Gøtuskúla hava eisini møguleika at lata inn. Skúlastjórin í Gøtuskúla, Hans Mourits Foldbo, frætti um tiltakið frá skótaleiðarunum í Fuglafirði og helt tað vera eitt so gott hugskot, at hann tekur evnið, at hjálpa øðrum, upp sum tema í undirvísingini í komandi viku. Gøtufólk kunnu lata leikur inn í skúlanum í komandi viku og so koma skótarnir í Fuglafirði eftir tí. Á øllum trimum fer innsavningin fram frá kl. 15.00 til 18.00.



Elin saman við børnum á Kongaminni. Mynd. Jens Kr. Vang.


Yrkingin skal standa við síðuna av greinini í einum kassa


Henda yrkingin, sum er tann fyrsta Elin vísir almenningin, spratt burtur úr tíðindasendingini hjá TV3 hin dagin nakað her fyri:


ÓSIGANDI STÓRT TAL FER AT DOYGGJA.

100 TÍMAR,

SEGÐI MAÐURIN

AT HJÁLPA Í.

EG SKAL Í BARNAFØÐINGARDAG,

HVØR BJARGAR TYKKUM ÍMEÐAN?

VÆLDÆMD, METT FØROYSK BØRN

PÍLA INN OG ÚT.

TAKK!

MEN NÚ ERU BERT 94 TÍMAR EFTIR.

Í MÚGVUNI SÁ EG TYKKUM,

KÆRU TIT,

ÚTMAKTAÐI MAÐUR,

OG KONU TÍNA Í ORANGELITTA KJÓLANUM,

HÓRANDI SÁL Í BIVANDI SKUGGA,

STARANDI BARN TYKKARA ? ANANDI,

LIVA TIT ENN?

HEVUR KIRKJUKLOKKAN SEKUNDVÍSARA,

ER TAÐ HANN EG HOYRI.

VÓRU TIT HVALIR,

KOM BJARGING.

RÍK FÓLK Í HEIMI,

VIÐ TRÁ AT BLÓÐKA OKKUM,

VILDU ÆTTLEITT TYKKUM

TIL VIRÐILIGT LÍV.

SOVIÐ Á KODDA ÚR DÚNI,

SUM DJÓR STOLTSLIGA HAVA BORIÐ.


E. K. Mouritsen