Elin kúvendir

Hóast Elin Lindenskov tvíhelt um, at hon ikki stillaði upp á sama lista sum Tórfinn Smith, verða bæði nøvnini eftir øllum at døma at síggja á listanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið. Elin Lindenskov vónar, at Tórfinn Smith ikki verður valdur.

? Eftir at hava fingið hópin av áheitanum um at stilla upp aftur til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu havi eg valt at stilla upp aftur fyri Javnaðarflokkin, hóast at eg hevði avgjørt ikki at stilla upp, um Tórfinn Smith var á listanum. Hetta geri eg, tí eg vil arbeiða fyri stevnu Javnaðarflokksins í Tórshavnar býráð, og tí eg eri góð við Javnaðarflokkin.

Í tíðindabrævi til fjølmiðlarnar ger býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Elin Lindenskov, greitt, at hon ætlar sær at stilla upp fyri Javnaðarflokkin uttan mun um Tórfinn Smith verður á listanum. Elin og Tórfinn hava stóran part av valskeiðnum verið í opnum stríði, tí Tórfinn Smith miðskeiðis í valskeiðnum valdi at fara upp í meirilutan í Tórshavnar býráð, meðan Elin Lindenskov framhaldandi var í minnilutanum.
Eftir avgerðina hjá Tórfinni slerdi Elin fast, at hon ikki ætlaði sær sama uppstillingarlista sum Tórfinn Smith aftur. Kortini er vent í holuni.

Sjálvssøkin vongur
?Tað er einki dulsmál, at tað er ein sjálvsøkin vongur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Hesin vongur leggur einki í flokkin ella floksins stevnu. Tað snýr seg bara um at fáa nakað burtur úr personliga.Við ikki at stilla upp hevði eg givið hesum veingi gróðrarlíkindi. Tað vil eg ikki, stendur skrivað í tíðindabrævinum.
Spurd, hvussu sterkur hesin vongur er í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, svarar Elin, at vongurin fyrst og fremst umfatar Tórfinn Smith og nakrar afturat honum, men talan er kortini um ein smalan bólk í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.

Tórfinn ikki veljast
Á seinasta býráðsvalið fekk Javnaðarflokkurin í Havn tvey umboð vald í Tórshavnar býráð. Elin Lindenskov fekk 392 atkvøður, meðan Tórfinn Smith varð næstur henni við 244 persónligum atkvøðum. Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at samstarvsviljin hjá Tórfinni og Elini ikki hevur verið av teimum bestu farna valskeiðið.

Kanst tú veita vissu fyri, at starvið verður betri um bæði verða afturvald?

Eg kann sjálvandi ikki veita vissu fyri, hvat Tórfinn finnur upp á, tí hann hevur svikið áður svikið flokkin, men persónliga eri eg sinna at samstarva, so politikkurin hjá Javnaðarflokkinum aftur kemur í fremstu røð, vísir Elin Lindenskov á-

Vónar tú at Tórfinn verður valdur?
Nei tað geri eg ikki, tí hansara framferðarhátturhevur hevur skatt flokkin almikið. Sárini eru ikki ólekjulig, men eg vóni, at hann hvørki stilar upp ella at hann verðurvaldur. Eg vóni hinvegin, at flokkurin fær fleiri kvinnur valdar í býráðið, sigur Elin Lindenskov