Elin sigur skúlanum farvæl

- Marita Joensen, sum hevur verið flokslærari hjá Elini øll árini, síðan hon fór í fyrsta flokk, hevur verið heilt fantastisk. Altíð í góðum lag, og hugburðurin hevur verið tann, at alt fer nokk at ganga. Hon hevur verið ógvuliga góð við gentuna, og Elin hevur verið góð við hana, sigur vælnøgda mamman, Kára Løkin, sum er ógvuliga takksom fyri tey 10 árini, Elin hevur gingið í skúla. Lesið sólskinssøguna um gentuna, sum er fødd við down-syndrom og sum trý ára gomul fekk leukemi

Hon er 18 ára gomul og elst av fýra systkjum. Hini systkini eru Bogi (15), Karl (13) og Steffan Símun, sum er trý ára gamal. Foreldrini eru Kára, ið er pedagogur og Abraham, sum selir fisk. Tey búgva við Leitisveg í Saltangará.
Elin Abrahamsdóttir Løkin elskar at syngja. Hon hevur sungið til ymisk tiltøk, eitt nú hjá Javna. Hon hevur eisini verið at sæð í SvF og á palli í SMS. Hon hevur sungið á Oyrarbakka, og hon hevur sungið í hølunum hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini í Saltangará. Elin hevur eisini verið við í hoyrispæli í ÚF, og hon hevur verið við í sjónleiki.
Í tíggju ár hevur hon gingið í vanligum skúla í Runavíkar kommunu, fyrst í barnaskúlanum í Rytuvík, síðan á Glyvrum og nú at enda í framhaldsdeildini í Runavíkar skúla. Øll árini hevur hon havt sama flokslærara, Maritu Joensen, sum saman við øðrum lærarum og stuðlum, bæði innan-og uttanfyri skúlans gátt, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri gentuna.
Í summar verður Elin liðug við 10. flokk, og eingin ivi er um, at saknur verður í henni í skúlanum. Sjálv fer hon helst eisini at sakna skúlan, men gongst sum gentan ætlar, verður hon kanska at síggja í matvøruhandlinum, Brotinum í Saltangará ella í onkrum øðrum handli í økinum. Sjálv ynskir hon nevniliga at sleppa at arbeiða í einum handli, tá ið skúlatíðin er liðug.
Meðan hon gekk í 9. flokki, var Elin í starvsvenjing á politistøðini í Runavík, og nú í vetur var hon í starvsvenjing í Brotinum. Henni dámdi væl í báðum støðum.
Down syndrom
18 ára gamla gentan er ikki sum hini systkini. Hon er fødd við down-syndrom, sum tað eitur á fakmáli.
Elin er fødd í Danmark, 6. februar í 1986. Pápin, Abraham, spældi fótbólt við OB og mamman, Kára, las til pedagog, tá ið tey fingu gentuna.
? Vit vit høvdu ongan varhuga av, at alt ikki var, sum tað átti, tá ið eg var komin til at eiga. Vit væntaðu sum øll onnur foreldur at fáa eitt barn, ið var sum flestu onnur børn. Eingi óvanlig tekin vóru í tíðini, eg gekk við henni. Eg var spillfrísk. Tá ið tíðin kom, varð Elin fødd við keisaraskurði. Men so skjótt, barnið var føtt, sóu vit, at gentan bar brek, sum einki kundi gerast við.
Kára sigur, at teimum tókti ógvuliga synd í gentuni.
? Eg vil siga, at vit hugsaðu nógv mest um gentuna og hennara framtíð og minni um okkum sjálvi. Sum foreldur gjørdust vit beinanvegin ógvuliga góð við Elina og settu okkum fyri, at vit skuldu royna at fáa sum best burtur úr. Hon gjørdist okkara gullklumpur, og tað hevur hon verið øll hesi 18 árini, síðan vit fingu hana.
Fekk leukemi
Men eitt var, at Elin var fødd við down-syndrom. Tá ið hon var bert trý ára gomul, gjørdist hon knappliga bleik, móð og troytt og orkaði einki. Um hetta mundið, búði familjan aftur í Føroyum.
? Vit fóru á Landssjúkrahúsið við gentuni, og longu dagin eftir, nevniliga 25. mai 1989, fóru vit niður við henni. Longu í Føroyum staðfestu læknarnir, at gentan hevði leukemi, og í Danmark varð staðfest, at støðan hjá Elini var akutt.
Kára sigur, at samstundis, sum staðfest varð, at gentan var sjúk, fekk hon eisini skaldkoppar, og hon heldur, at tað hetta kann hava viðvirkað til, at álvarsliga sjúkan breyt út.
? Ta fyrstu tíðina undir sjúkraleguni hjá Elini, búðu vit á Ríkissjúkrahúsinum. Gentan var ógvuliga veik, og mett varð ikki, at vit fyrstu tíðina kundu fara á Hotel Tórshavn at vera, tí har kundi gentan koma í samband við onnur fólk, ið møguliga bóru smittur.
Fyrstu tíðina á Ríkissjúkrahúsinum fekk Elin allar hugsandi viðgerðir, sum settu síni spor. Hon fekk tablettir, strálir og dropp, og undir longu og drúgvu viðgerðini misti hon tvær ferðir alt hárið.
? Hon var ógvuliga veik, tá ið ringast stóð til.
Kára sigur, at tey sluppu heim til Føroya í september hetta árið og fóru niðuraftur til Danmarkar í november. Men síðst í januar árið eftir ? í 1990 ? komu tey heimaftur til Føroya.
Eftir at hjúnini høvdu fingið eitt barn við down-syndromi, bar í byrjanini ikki so væl til hjá Káru at halda fram við pedagog-lesnaðinum. Men í 1987 tók hon lesnaðin uppaftur. Hon las sjálv, skrivaði uppgávur og var í starvsvenjing, meðan gentan var sjúk.
? Bert stutta tíð eftir, at vit komu heimaftur úr Danmark í januar 1990, fekk eg prógvið sum pedagogur, sigur Kára.
Gjørdist frísk
Hóast útlitini hjá Elini vóru døpur eftir, at hon hevði fingið staðfest álvarsligu sjúkuna, gjørdist úrslitið ein sólskinssøga.
Eftir drúgvu viðgerðirnar í Danmark gjørdist gentan spillfrísk. Tvey ár eftir viðgerðirnar, var hon undir regluligum eftirliti, har ymiskar royndir vórðu tiknar. Allar kanningar vístu, at Elin varð frísk.
Kára sigur, at vanliga verður ein sjúklingur, sum ikki hevur verið sjúkur aftur, staðfestur frískur eftir 5 árum.
? Elin fekk einki tilbakafall, og nú hon er 18 ára gomul, hevur hon ongantíð merkt nakað til sjúkuna aftur. Tað vóru fleiri, ið ikki vóru so sjúk sum Elin, ið doyðu, meðan vit vóru á Ríkissjúkrahúsinum. So, vit kunnu ikki siga annað enn, at vit vóru heppin. Tað eru vit ógvuliga takksom fyri.
Elin er ein ógvuliga glað og røsk genta, og sum mamman sigur, er hon ongantíð troytt.
? Hon hevur sínar meiningar um tingini, og hon kann saktans vera treisk, um hon ætlar sær at vera tað, sigur Kára.
Nógvar fyrimyndir
Elin fór í skúla í Rytuvík sum 8 ára gomul. Hon fór tískil eitt ár seinni í skúla enn hini børnini.
? Eg vil siga, at øll hava verið ógvuliga góð við hana, heilt frá fyrsta degi ? og Elin er eisini ógvuliga góð við tey, hon hevur rundan um seg.
Kára er flokslæraranum øll árini, Maritu Joensen, ógvuliga takksom fyri tíðina, nú Elin í summar verður liðug við 10. flokk.
? Eg eri bæði Maritu, øðrum lærarum í skúlunum, leiðslu og stuðlum uttan og innan fyri skúlans gátt ógvuliga takksom fyri hesa tíðina, nú 10 ár eru liðin, síðan Elin fór í fyrsta flokk.
Mamman ivast onga løtu í, at tað hevur verið gott fyri Elina og hennara menning, bæði sosialt og í aðrar mátar, at hon øll árini hevur gingið í vanligum skúla.
? Hon hevur sæð upp til aðrar næmingar, og hon hevur havt nógvar fyrimyndir.
Elin klárar seg væl í tí dagliga, og sum smágenta royndi hon eitt sindur av hvørjum. Eitt nú búði familjan í Fraklandi í eitt ár í 1993/1994, tá ið pápin spældi fótbólt og fekst við at selja fisk í Bologne.
Í Fraklandi gekk Elin fyrst í einum vanligum skúla og síðan í einum skúla fyri børn við serligum tørvi.
? Í báðum førum gekst henni væl, sigur Kára.
Skúlatíðin
Familjan flutti heimaftur til Føroya á sumri 1994, tá ið Elin fór í fyrsta flokk í Rytuvíkar skúla.
? Í byrjanini av skúlatíðini var hon nokso ófriðarlig, og eg var í iva um, hvørt Elin kundi vera verandi í flokkinum. Í uppvøkstrinum var hon ógvuliga rokut, og tú visti ongantíð, hvat hon kundi finna uppá. Tú mátti hava eyguni við henni alla tíðina. Tískil settu vit okkum nógvar spurningar. Ein afturvendandi spurningur var, hvussu hon sosialt fór at fella inn í flokkin.
Men, sigur Kára, tað gekk ikki long tíð, til Elin kundi sita still ein heilan skúlatíma
? Tað eydnaðist lærarunum at sannføra Elina um, at hon gekk í skúla fyri at læra, og at skúlin var ein partur av hennara lívi.
Tað hevur gingið óvæntað væl hjá Elini í skúlanum. Í onkrari lærugrein hevur hon verið á sama støði sum hinir næming-arnir, men í flestu lærugreinum hevur hon ligið nakrar flokkar lægri.
Kára nevnir sum dømi, at í rokning er hon á 3. floksstøði og í føroyskum og donskum á 5. floksstøði.
? Elin dugir nøkur ting betur enn onnur, og eitt nú dugir hon ein heilan hóp av sangum uttanat.
Takksom foreldur
Mamman sigur, at hon og maðurin eru ógvuliga takksom fyri tíðina, Elin hevur gingið í fólkaskúlanum.
? Vit hava verið sera heppin við, at Elin hevur havt ein flokslærara sum Maritu, og vit hava somuleiðis verið sera heppin við teimum stuðlum, sum hava fylgt gentuni upp gjøgnum árini.
Hon sigur, at flokslærarin hevur altíð verið við tí góða orðinum.
? Eg vil siga, at Marita hevur verið fantastisk. Altíð í góðum lag, og hugburðurin hevur verið tann, at alt fer nokk at ganga. Hon hevur verið ógvuliga góð við Elina, og Elin hevur verið góð við hana.
Í skúlanum hevur gentan havt stuðul í fleiri av tímunum, men okkurt árið hevði hon stuðul í minni enn helvtini av tímunum.
? Tað hildu vit vera ov lítið, og vit gjørdu vart við hetta, sigur hon.
Kára heldur, at gongdin er hon, at tey menningartarnaðu eru við at fara út úr fólkaskúlanum.
? Sambært skúlalógini, er fólkaskúlin fyri øll, men sjálvsagt eru tað eisini menningartarnað, sum ikki klára seg í skúlanum.
Hon sigur, at eftir hennara tykki, var tað Arne Ludvig, sum legði lunnarnar undir positiva hugsunarháttin í skúlunum í Runavíkar kommunu, at skúlin í størst møguligan mun eisini skal hava pláss fyri næmingum við serligum tørvi.
? Vit eru so ógvuliga fegin um, at Elin fekk høvi at ganga øll 10 árini í vanligum skúla, og eg haldi, at vit hava so nógv at takka øllum teimum fyri, sum hava verið um gentuna hesi árini, sigur Kára.
Hon væntar, at bæði lærarar og næmingar eisini hava fingið nógv burtur úr at hava havt Elina í skúlanum.
? Nógv foreldur at menningartarnaðum børnum hava hug at missa mótið og vera uppgevandi, tí gerandisdagurin kann vera so strævin. Men tað hálpir at taka ein dag í senn. Eg vil mæla til, at øll børn, sum hava møguleika til tess, fyrst sleppa at royna seg í fólkaskúlanum við teimum møguleikum, sum har eru. Haraftrat eiga børn við serligum tørvi at hava eina góða umlætting, soleiðis at tey, sum skulu vera um børnini, betur kunnu klára gerandisdagin, sigur Kára.
Hvat nú?
Nú Elin verður liðug við 10. flokk, sigur Elin sjálv, at hon kundi hugsað sær eitt arbeiði í einum handli, eitt nú í matvøruhandlinum, Brotinum í Saltangará ella í øðrum líknandi handli í kommununi.
Kára sigur, at hon og maðurin eru í iva um, hvat rættast er at gera, nú skúlin hjá dóttrini verður liðugur.
? Tað, sum harmar okkum mest, er, at tað eru so fá tilboð til menningartarnaði. Tað hevði verið ein tryggleiki, um møguleikarnir vóru fleiri. Vit hava skilt, at tey tilboð, sum eru her í økinum, eru fullteknaði. Tí er spurningurin, hvussu nógvir valmøguleikarnir eru.
Mamman sigur, at framtíðarynskini hjá henni og manninum eru, at Elin fær eina íbúð, har hon kann búgva einsamøll ella saman við øðrum.
? Elin hevur verið heppin, tí hon hevur eina stóra familju, har øll eru góð við hana. Okkara størsta ynski er, at hon eisini í framtíðini fer at hava tað gott og fer at hava ein virðiligan gerandisdag, sum gevur gentuni innihald, sigur Kára Løkin.