Elin við sínum fyrsta yrkingasavni

Henni dámar væl at brodera, tekna, mála, yrkja og syngja, og nú kemur hennara fyrsta yrkingasavn.

 

Aðalfundurin hjá Sameindu Tjóðum boðaði hin 19. desember í 2011 frá, at hin 21. mars hereftir skuldi vera World Down Syndrome Day frá og við 2012 at rokna. Heitt varð samstundis á limalond og felagsskapir um allan heim at styrkja tilvitið millum fólk um Downs syndromið.

- Tað var ikki av tilvild, at 21. dagurin í ársins triðja mánaði varð valdur, tá tað er Trisomi 21 kromosomið, sum býr undir Downs syndrominum, siga Runavíkar kommuna og Sprotin á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.

Her verður víst á, at sunnudagin hin 21. mars klokkan 15 fer Elin Abrahamsdóttir Løkin at leggja fram sítt fyrsta yrkingarsavn. Hetta verður í Skótahúsinum í Runavík. Savnið hevur fingið heitið “Vakrasta stað.” Tað er Sprotin, sum gevur út, og á kápuni greiðir forlagið soleiðis frá:

"Elin Abrahamsdóttir Løkin er fødd 6. februar 1986. Hon býr í Saltangará. Henni dámar væl at brodera, tekna og mála, og henni dámar væl at yrkja og syngja. Elin skrivaði sínarfyrstu yrkingar í 2015. Hon yrkir um tað, sum fyllir løtuna. Yrkir um sínar tankar um mál, ið leika á, um skapanina, um næstringar. Mamman hjálpir henni við at seta yrkingarnar upp.Stundum hugleiðir Elin um tað at vera menniskja og um lívið. Stundum letur hon tilveruna í ævintýrkendan hugaheim.”

Elin Abrahamsdóttir Løkin sigur í einari yrking soleiðis:

Eg eri ein av teimum,

sum hava Down syndrom,

eg eri bara fødd soleiðis,

ein kærur eingil,

sum ein fuglur, ið syngur.

 

Skráin fyri framløguna í Skótahúsinum í Runavík verður hendan:

* Jóannes S. Hansen spælir á harmoniku.

* Elin A. Løkin bjóðar vælkomin.

* Sprotin greiðir frá yrkingarsavninun.

* Yrkjarin lesur úr yrkingarsavninum.

* Martin Joensen spælir tríggjar av sínum egnu sangum.

* Kára Løkin sigur nøkur orð um tilgongdina við savninum.

* Yrkjarin lesur úr yrkingarsavninum.

* Borgarstjórin heilsar savninum og yrkjaranum.

* Elin Løkin takkar fyri løtuna.

 

- Skótarnir við Løkin bjóða kaffi og okkurt afturvið, og yrkingarsavnið “Vakrasta stað” verður við høvið selt fyri 150 krónur, siga Sprotin og Runavíkar kommuna í samband við tiltakið og útgávuna av yrkingasavninum.