Elinborg er málleys

- Eg hevði als ikki væntað at vunnið, sigur Elinborg Pálsdóttir, sum fekk heiðurin sum ársins live einstaklingur.

- Hetta er ein dreymur, eg eri málleys og ordiliga glað, sigur hon. Heiðurin er givin henni av fólkinum, tí hetta er einasta virðislønin, sum ikki verður kosin av eini dómsnevnd, men av fólkinum.

 

Hon var eisini tilnevnd sum ársins nýggja navn, men har fór Punjab avstað við heiðrinum.

 

Elinborg er eitt heilt nýtt navn. Hon hevur higartil einans givið tí einu útgávuna út, ep'ina Spor, sum kom út í fjør. Meiri tilfar er tó á veg.

- Eg eri farin í studio saman við Høgna Lisberg, so upptøkurnar eru farnar í gongd. Enn tori eg tó einki at siga um, nær tað verður klárt at geva út, sigur hon.

 

- Stílurin verður nakað tað sama, sum á ep'ini, men vit royna tó eisini at førka okkum ein annan veg, so okkurt lívligari verður eisini at hoyra, sigur hon