Elinborg Joensen 75 ár

Sunnudagin 5. september verður Elinborg Joensen í Sandavági 75 ár.

Mamma er elst av 6 systkjum, og er dóttir Thor Nielsen, Thor hjá Skómakaranum, og Jóhonnu, fødd Simonsen, hjá Hans uppi í Húsi. Thor var skipari á m.ø. "Doceu" sum hann átti saman við brøðrunum John og Zacharias Nielsen, og hon er tí vaksin upp í einum valahúsum niðri á Sondum í Sandavági. Hóast húsini vórðu bygd fyrst í trýati-árunum, so høvdu tey sentralvarma, við radiatorum í hvørjum rúmi. Hini systkini vóru Sverri (deyður), Hans Arne, Ella, Marita í Skálavík og Høgni í Sørvági.
Hóast byrjanin ikki var hin allarbesta í lívinum, (tað sigst, at hon sum nýføðingur var so lítil, at hon kundi ligið í eini skógva-eskju), so hevur hon tó altíð verið ógvuliga røsk og arbeiðsom. Sum ung genta var hon í Klaksvík og lærdi at seyma, og hetta hevur óivað komið henni væl við. Tí alt sítt lív hevur henni dáma sera væl at fingist við alt handarbeiði, bæði at binda og at brodera. Men serliga hevur tað verið seymimaskinan, sum hon hevur havt størstan tokka til.
Sum elst av 6 systkjum var óivað nógv at taka hond í heima við hús. Kúgv var í hvørjum húsi tá á døgum, og hóast tað var vanligt at hava arbeiðskonu í skiparahúsunum, máttu tey eldru børnini sjálvandi hjálpa til við teimum yngru systkinum, eins og tey máttu reka neytini, mjólka og so framvegis.
Óvist er um tað var hetta raska lyndi, ið var orsøk til, at drongurin úr grannahúsunum bar fram bønarorð um skiparadóttrina. Men hvussu var og ikki, so giftist Elinborg í 1955 við Osmundi Joensen, sonur Niels og Olgu, og tey settu búgv Norði í Forunum tey kalla, skamt frá kirkjuni. Tey fingu tríggjar synir, Osvald sum býr í Havn, Jónsvein sum býr í Svendborg og so Egon, sum eisini býr í Havn. Tey fyrstu árini arbeiddi hon í fiski í Sandavági, kanska mest í Turkihúsinum hjá Zacharias Nielsen, pápabeiggjanum.
Pápi var eisini sjómaður sum verfaðirin, og sigldi sum skipari á m.ø. "Sjóløvuni". Men eftir at hava verið á sjónum í 16 ár, mátti hann leggjast uppi vegna ryggskaða. Tvinnir vóru kostirnir frá læknunum, og hvørgin var mjúkur: Hann mátti umskúlast til eitthvørt arbeiði á landi, og tveir møguleikar vóru í uppskoti. At fara til Danmarkar at lesa til lækna ella kanska prest, ella at fara til Havnar á Læraraskúla. Hann valdi tað seinna, og familjan búleikaðist so í Klokkaragøtu í Havn tey 4 árini útbúgvingin vardi.
Her kom seymikynstrið hjá mammu rættuliga at standa sína roynd. Tí nú var eingin inntøka uttan tað, sum hon kundi forvinna við seymimaskinuni. Hon var so heppin at gerast seymikona hjá Skálabúðini í Havn, hagani hon fekk klæðir og gardinur heim til hús at leggja upp og broyta. Hetta passaði sera væl, soleiðis at kunna arbeiða heima, og kortini klára at forsyrgja familjuni. Hesi árini í Havn seymaði hon eisini hjá Júst Lindberg skræddara í Villumsgøtu.
Tá útbúgingin var liðug í 1966, flutti familjan vestur aftur til Sandavágs, og pápi fekk lærarastarv við skúlan á Giljanesi, og var lærari har til hann legði frá sær fyri aldur í 1992.
Í Sandavági var eisini brúk fyri seymikonum, og mamma var saman við øðrum í fleiri ár seymikona á Skinnvirkinum hjá Vilhelm Nielsen, ein annar av pápabeiggjunum. Har var seymað nógv ymiskt burturúr seyðaskinni, bæði klædnapløgg so sum inniskógvar, vøttir, húgvur og vestar, og so eisini skinnpútur og teppir við ymsum mynstrum, sum tær funnu uppá so hvørt. Í dag høvdu hesar kvinnur verið róptar "designarar" ella sniðgevar, men tá vóru tær bara seymikonur. Hesir skinnlutir munnu vera at finna í nógvum føroyskum heimum enn í dag, fyri ikki at nevna uttanlanda, tí nógvar av vørunum munnu vera seldar útlendingum ígjøgnum handilin Vilma í Kongagøtu í Havn.
Eitt annað handarbeiði hjá mammu má eg eisini nevna, og tað er tey føroysku klæðini. Henda áhuga fekk hon frá mammu síni Jóhonnu, sum dámdi væl at gera føroysk klæði, kanska serliga mannfólkabúnan. Og nógvir av hennara búnum eru at finna í Vágum og aðrastaðni við. Mamma hevur eisini fingist við at gjørt føroysk klæði, um ikki í so stóran mun sum omma.
Vit beiggjarnir, og hennara ommubørn, sum nú eru 8 í tali, hava havt stóra gleði og nyttu av teimum pløggum, sum eru komin úr hennara hond millum ár og dag.
Men nú er seymingin helst løgd á hyllina, tí seinasta heyst var mamma rakt av eini heilabløðing. Men treisk sum altíð, hevur hon vunnið so nógvan førleikan aftur, at hon nú kann, við lítlari hjálp frá manninum, hvønn morgun taka tann dagliga gongutúrin út á Endan á Vegnum saman við hinum pensionistunum í bygdini.

Vit vilja á henda hátt ynskja henni hjartaliga tilukku við 75 ára degnum, og ynskja teimum báðum nógv góð ár framyvir og Guðs signing.

Osvald við familju.