Elis Poulsen byrjar ballið á Toftum

Bátafelagið á Toftum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á bátafestival, har Hilmar Jan Hansen fer at stýra "showinum".

Tá Bátafelagið á Toftum leygardagin fyri at skipa fyri bátafestivali, sum hesaferð verður hin tólvti í røðini, verður tað klokkan 12.30 Poseidon, sum fer at sigla fremstur og skipa fyri siglingini úr Skálafirði og út á Toftir.

 

- Tað verður soleiðis, at atgongumerki til bátar og suppu fáast við MJ Saltsølu á Toftum, og tá komið verður úr Skálafirði og út á Toftur, verða tað fyrst teir størstu bátarnir, sum sleppa inn í Oyrahavnina.

 

Bátafelagið á Toftum sigur, at harmonikulið fer at spæla, tá bátarnir nærkast Oyrunum og leggja til bryggju, og síðan fer Símun Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri í Nes kommunu, at halda eina røðu.

 

- Síðan gongur leiðin suður á Faroe Origin - fyrrverandi fiskavirkið Nyk - har ein ráki og ein køld øl verður at fáa aftur við heitu suppuni, sum borðreitt verður við.

 

Á festivaløkinum verður ymiskt, bæði til tey smáu og størru. Í stóra tjaldinum verður tónleikur og sangur. Her er gólv lagt í, og hitakanónir fara at hita hølini.

 

- Skuldi svongdin strongt á, kunnu saftigir búffar, bakað epli, grønmeti og whisky-sós keypast á festivaløkinum.

 

Bátafelagið á Toftum veit at siga, at tað verður Hilmar Jan Hansen, sum kemur at stýra "showinum" í tjaldinum, og lítið man vera at ivast í, at hann eisini fer at borðreiða við onkrari góðari.

 

- Á festivaløkinum verður pylsuvognur, og Tofta Kvinnufelag plagar at roynast væl við tombola, góðum kaffi, te og onkrum aftur við.

 

Lagt verður aftrat, at Elis Poulsen kemur at starta "ballið" upp klokkan 23 við "Upp á tá" tónleiki, til Hallur og hansara menn koma, og tá teimum tørvar eitt andarhald, verður Elis Poulsen klárur aftur.

 

- So, her er nógv at gleða seg til. Armbond verða til keyps í smáttuni. Vaktir og samarittar verða eisini á økinum, siga tey í Bátafelagnum á Toftum sum bjóða øllum hjartaliga vælkomnum.