Móðir teirra, Johanna F. Clementsen var ættað úr Kvívík, dóttir Dáva og Martinu Nielsen. Johanna og tríggjar systrar hennara, Sunneva, Jovina og Jacobina vórðu allar giftar til Sands. Johanna giftist Clement Clementsen, soni Hanus Clementsen, ættaður av Klettum. Tey fingu børnini Hanus, Dáva, Elisabeth, Niels Jacob (fórst ungur við Alva), Jógvan og Martinu.
Í 1945 flutti Dávur til Havnar og fór at koyra bil, til hann í 1950 fór at sigla við Rituni. Hann var umborð til 1957, tá hann fór í arbeiði hjá Lamhauge & Waagstein, har hann starvaðist líka til hann bleiv pensionistur.
Dávur giftist Johanne Kathrine (Hannu hjá Addaba) í 1949. Hanna andaðist fyri tveimum árum síðani. Tey fingu fýra synir, Bjarna, Arna, Finn og Jóhann.
Elisabeth giftist Nicodemus Hentze av Sandi, og tey fingu ein son, Niels Jacob. Elisabeth hevur meginpartin av lívi sínum búð á Sandi, men sum ung tænti hon í Suðri og í Havn og arbeiddi eisini hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn.
Felags fyri Elisabeth og Dáva er, at tey eru sera heimkær, lítillátin og altíð til reiðar við eini hjálpandi hond og einum góðum orði.
Nú, tvíburðarnir fylla áttati, fara vit at ynskja teimum hjartaliga tillukku og nógv góð ár enn og Guds signing. Vit nýta eisini høvið at takka teimum fyri alt, tey hava verið og eru fyri okkum.
e.