Nógvir bretskir politikarar eru í øðini, eftir at Elizabeth drotning hevur steðgað einum rættarmáli ímóti fyrrverandi tænaranum hjá Dianu prinsessu, Paul Burrell.
Ákæruvaldið hevði ákært fyrrverandi tænaran fyri at hava stolið næstan 300 lutir hjá fyrrverandi prinsessuni, men sjálvur hevur Paul Burrell alla tíðina sagt, at hann hevði bert lutirnar í varðveitslu fyri kongshúsið.
Í síðstu viku kom fyrrverandi tænarin fyri rættin, men júst sum hann skuldi vitna í rættinum, legði Elizabeth drotning seg út í málið. Hon setti seg í samband við ákæruvaldið, og nú segði hon seg minnast, at Paul Burrell í 1998 hevði sagt sær, at hann hevði lutirnar hjá Dianu prinsessu í varðveitslu.
Løgreglan fekk ikki gjørt annað enn at sleppa málinum, men nógvir bretar undrast á, at drotningin brádliga fekk so gott minni. Tí eru tað mong, sum spyrja, um drotningin var bangin fyri, at fyrrverandi tænarin fór at avdúka okkurt í rættinum, sum kundi koma kongshúsinum illa við.
Lógin má broytast
Fleiri parlamentslimir hjá arbeiðaraflokkinum eru so illir, at teir krevja galdandi lóg sum serrættindi hjá drotningini broytta. Ein av hesum reglum snýr seg um órin, og sambært henni ber ikki til at krevja drotningina til avhoyringar í einum rætti. Men hendan rætt eigur drotningin at missa aftan á tilburðin í síðstu viku, siga parlamentslimirnir.
Teir liberalu demokratarnir í parlamentinum eru eisini í øðini, og teir hava kravt, at drotningin skal rinda tær 17 milliónir krónurnar, sum rættarmálið hevur kostað ríkiskassanum.
Men stigið hjá drotningini var ikki nóg mikið til at fáa Paul Burrell at tiga, var tað tað, sum drotningin ætlaði. Fyrrverandi tænarin hevur hevur játtað at siga blaðnum Daily Mirror sína søgu, og fyrsti partur stóð í blaðnum í gjár. Fyri søguna fær Paul Burrell einastaðni millum 2,9 og 4,8 milliónir krónur.