Kenda Elizabeth Taylor er innløgd á eitt sjúkrahús í Los Angeles, eftir at hon hevði fingið trupulleikar við hjartanum, sigur ein talskvinna fyri kendu kvinnuna. Hon er eftir hondini vorðin 78 ára gomul, kenda Elizbeth Taylor, og nú er hon innløgd á Cedars-Sinai Medical Center í Los Angeles, skrivar BBC.
Ein talskvinna hjá Taylor, Sally Morrison, segði, at tað er ikki í løtuni greitt, hvussu leingi Elizabeth Taylor fer at liggja á sjúkrahúsinum, men at talan er um afturvendandi hjartatrupulleikar.
Elizabeth Taylor er ein av kendastu sj´ðonleikarinnunum í heiminum, og fekk ein Oscar fyri leiklut sín í filminum Butterfield 8 í 1961 og í filminum Who?s Afraid of Virginia Wolf í 1967.